Betri trygd í Kollafjarðartunlinum

Betri trygd í Kollafjarðartunlinum
Bummar eru settir upp, og skipanin at blása royk úr tunlinum riggar eisini betur
Bummar eru settir við báðar tunnilsmunnarnar.
Mynd: Landsverk  
 
20.11.2025 - 16:30

Í gjár var arbeiðið liðugt at seta upp bummar báðumegin Kollafjarðartunnilin, reyðu ljósini við tunnilsmunnarnar eru dagførd, og bøtt er um vifturnar, ið ikki riggaðu.

Er ov nógv gass í tunlinum, fara vifturnar í gongd og blása roykin út. Reyðu ljósini tendra, og bummarnir fara niður.

Kollafjarðartunnilin er tann tunnilin í landinum, sum Landsverk umsitur, ið hevur mest ferðslu. Nýggjastu tølini vísa, at umleið 6.000 bilar koyra ígjøgnum í miðal um samdøgrið. 

Jákup N. Olsen, tilbúgvingarsamskipari hjá Landsverki, sigur, at tað hevur verið serliga týdningarmikið at seta bummarnar upp.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20112025_Jakup_N__Olsen

 

Sí videobrot frá Landsverki her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120