Føroyar hava nú biðið um limaskap í WTO

Føroyar hava nú biðið um limaskap í WTO
Umsóknin fór úr Tinganesi á middegi
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
 
20.11.2025 - 15:10

Umsókn um sjálvstøðugan, føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, er nú send.

Tað váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

Hon sigur, at umsóknin var send á middegi í dag.

Føroyskir og danskir myndugleikar hava verið ósamdir, um Føroyar kunnu hava sjálvstøðugan limaskap í WTO. Í septembur tók ein serlig nevnd endaliga avgerð í málinum, og tá var niðurstøðan, at føroyskur limaskapur í WTO ikki er í stríð við ríkisrættarstøðu Føroya.

Men tað kravdi samtykki frá donsku stjórnini. Tað kom í morgun, og beint eftir var umsóknin send WTO. 

Sirið Stenberg sigur, at so skjótt umsóknin er góðtikin, fáa vit eygleiðarastøðu, og kunnu gera okkum til reiðar at arbeiða á økinum:

 

20112025_WTO

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493