Argja kirkja: Játtanin til útiøki og bilpláss longd til 2028

Argja kirkja: Játtanin til útiøki og bilpláss longd til 2028
Bíðað verður enn eftir endaligum loyvi frá landsstýrinum, so farast kann undir byggingina
Játtanin hjá Tórshavnar kommunu til útiøki og bilpláss er longd til 31. desember í 2028.
 
21.11.2025 - 07:48

Gongd er í málinum um nýggja kirkju á Argjum.

Bíðað verður eftir endaligum loyvi frá landsstýrinum.

Í brævi til Tórshavnar býráð 1. oktober ger kirkjuráðið vart við, at av ymsum orsøkum er byggingin seinkað so mikið, at vandi er fyri, at hon ikki kann byrja í ár.

Býráðið samtykti í gjár at leingja játtanina um fimm milliónir til 31. desember 2028. Hon var annars galdandi til 31. desember í ár.

Tann játtanin er frá 2021.

Pengarnir eru til útiøki og bilpláss. 

Treytin var, at almenningurin sleppur at brúka bilplássið, og byggingin er byrjað í seinasta lagi 31. desember 2025. 

Formaðurin í kirkjuráðnum á Argjum, Rúni Hentze, stillaði ikki upp til kirkjuráðsvalið 4. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040