- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM-Trok

HM-Trok #3: Fegnar, søguligar og kunnu røkka longur
29-11-2025
Geir Wardum trokar seg upp í poddvarpið hjá Sjúrði hesa ferð, og teir hyggja bæði aftur og fram. Eisini hoyra vit Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen
Tað var ikki nógv viva yvir Spania, tá føroysku kvinnurnar høvdu vunnið 27-25 á stórtjóðini í Trier fríggjakvøldið.
Geir Wardum og Sjúrður Hildarson Hoydal tosa um søguliga HM-sigurin hjá Føroyum, og meta eitt sindur um, hvussu langt hetta kann bera.
Eisini hoyra vit frá Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen, sum allar fegnaðust í mixed zone beitn eftir sigurin.

HM-Trok
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og í nýggjasta partinum fær hann vitjan av Andreasi F. Hansen. Fyrrverandi landsliðsvenjari, sum nú er við í Trier sum errin pápi
Geir Wardum trokar seg upp í poddvarpið hjá Sjúrði hesa ferð, og teir hyggja bæði aftur og fram. Eisini hoyra vit Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen
29-11-2025
Sjúrður H. Hoydal er aftur við HM-troki, sum hesa ferð fær vitjan av fyrrverandi landsliðsvenjaranum Andreasi F. Hansen; nú við sum errin pápi hjá Súnu Krossteig Hansen
28-11-2025
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg framat
25-11-2025