Maður:glotti hava funnið stevið aftur eftir 16 ár

Maður:glotti hava funnið stevið aftur eftir 16 ár
"Stev" kallast nýggja plátan hjá føroyska kultbólkinum maður:glotti, ið hevur havt útgávusteðg í 16 ár. Terji Krossteig og Dannis Agerblad eru gestir í Leitisstein LIVE kl. 13
maður:glotti eru Terji Krossteig (t.v.) og Dennis Agerblad (t.h.)
Mynd: maður:glotti á Facebook  
 
28.11.2025 - 05:00

Í 2008 útgav føroyski kultbólkurin maður:glotti fløguna "Land". "Land" var triðja fløguútgávan hjá bólkinum.  

So var brádliga tøgn kring maður:glotti í langa tíð - rættiliga langa tíð. 

Men í  dag, 16 ár eftir at "Land" kom út, kemur fjórða útgávan hjá bólkinum, "Stev". Tíggju nýggir sangir eru á útgávuni, sum eisini verður útgivin sum vinyl.

 

Eitt ómakað par

Maður:glotti eru teir báðir Terji Krossteig og Dennis Agerblad, hvørs borgarliga navn er Robin Ova Tolfsen. Ein rættiliga ómakað par bæði tónlistarliga og á annan hátt. 

Terji Krossteig er kendur sum blues-sangari í Danmark, meðan Dennis Agerblad hevur framført nógv sum kabaret- og trash-drag-performari.

Teir báðir byrjaðu at gera tónleik saman í 1988, tá teir hittust við einum gittara og nøkrum tekstum.Í 1997 kom debutfløgan "Sum", tvey ár í 1999 seinni kom uppfylgjarin "Nakin", meðan tað so gingu níggju ár, áðrenn "Land" sá dagsins ljós í 2008. Og nú gevur maður:glotti so út plátuna "Stev". 

 

Listlíki og vitlíki

Maður:glotti er kendur fyri sína serstøka blanding av elektroniskum tónleiki og akustiskum singer-songwriter-tónleiki.

Harumframt hevur bólkurin altíð havt ein sera høgan kult og kitsj-faktor. Kitsj verður lýst sum listlíki á Sprotanum. Í sambandi við útgávuna av "STEV", so hava teir báðir ikki himprast við at geva singlurnar út saman við sjónbandaløg, ið eru gjørd við bíligum vitlíki.

 

Gestir í LEITISSTEIN

Dennis Agerblad og Terji Krossteig komnir til Føroya at hava útgávukonsertir í sambandi við útgávuna av "Stev" í dag. 

Teir spæla fyrst eina lítla konsert í Tutl á Glade hjørn í Havn í dag kl. 16.30, áðrenn leiðin gongur niðan í Blábar at spæla í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 20.

Í annaðkvøld, leygarkvøldið, gongur leiðin inn til Syðrugøtu, har maður:glotti fer at hava útgávukonsert í Tøting. Á skránni verður eisini Yggdrasil saman við Kára Sverrisyni. 

Men áðrenn útgávukonsertirnar, so verða Dennis Agerblad og Terji Krossteig gestir í LEITISSTEIN Live í útvarpinum klokkan 13. 

 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

STEV

Sangir
1. Eg sigi ja
2. Tú spurdi meg
3. Tango
4. Av nýggjum
5. Spæl títt spæl
6. Sløgini
7. Okkurt manglar
8. Huldumenn
9. Kroppur tín
10. Ein skuggi av mær


Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Terji Krossteig (orð á 4, lag)
Dennis Agerblad (orð og lag)
Niels Arge Galán (orð á 3)

Tónleikarar
Terji Krossteig / sang, gittar, forritan
Dennis Agerblad / sang, forritan
Mikael Blak / bass á 9
Sissal Kampmann / sang á 6
Niels Arge Galán / sang á 3

Framleiðsla
Dennis Agerblad / lagt til rættis, framleiðsla, perma
Terji Krossteig / lagt til rættis, framleiðsla 
Uni Debess / ljóðbland, frumband

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871