Breddin: Fráflyting, vinarlag og tøgnmentan

Breddin: Fráflyting, vinarlag og tøgnmentan
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm
Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim" og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum.
 
28.11.2025 - 09:30

Fráflyting, vinarlag, tøgnmentan og tað at vera øðrvísi, eru nøkur av evnunum í "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen. 

Filmurin viðger flytimentanina hjá okkara ungdómi - og hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. 

Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim"  og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum.

Í Breddanum í dag tosa vit við tey bæði og spyrja, hví tey hava skift Føroyar út við Oyrasund. 

Seinni í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum hava verið uttanlands, men sum eru komin aftur til Føroya. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539