Nýggjur stjóri í Heilsustýrinum

Nýggjur stjóri í Heilsustýrinum
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen tekur við starvinum á nýggjárinum
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen saman við Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu.
 
28.11.2025 - 14:27

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sum stjóra í Heilsustýrinum.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er 47 ára gomul.

Hon er útbúgvin MSc í lívfrøði  á Aarhus Universiteti í 2010 og hevur eina PhD í medisini við sergrein í arvafrøði frá Aarhus Universiteti í 2015.

Noomi Oddmarsdóttir Gregerse er júst farin undir masterútbúgving í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetrinum. 

Hon hevur drúgvar starvsroyndir innan íleguøkið í Føroyum, har hon millum annað hevur starvast sum granskari, verkætlanarleiðari av FarGen og leiðari av heilsudátueindini og fólkaheilsueindini í Heilsustýrinum.

Noomi Noomi Oddmarsdóttir Gregersen tekur við starvinum tann 1. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094