Viðmerkjari: Eiga at hava góðar vónir móti Spania

Viðmerkjari: Eiga at hava góðar vónir móti Spania
Teitur Joensen, hondbóltsviðmerkjari, heldur, at hóast Spania eru favorittur at vinna dystin móti Føroyum, so eiga føroyingar hava góðar vónir til dystin
 
28.11.2025 - 15:20

Hvørjar eru vónirnar til dystin móti Spania?

»Eg haldi, at vónirnar móti Spania eiga at vera góðar. Tað er nokk lítið at ivast í, at Spania er favorittur, men eg trúgvi, at hetta er eitt lið, vit á einum góðum degi kunnu spæla upp ímóti. Mikudagin spældi Spania móti Paraguay, og spanska avrikið tann dystin var ikki serliga sannførandi. Tær vinna gott nokk ein tryggan sigur, men tær gera nógvar tekniskar villur í dystinum, tær brenna illa, og í verjupartinum helt eg í fleiri førum, at sponsku leikararnir stóðu rættiliga einsamallar á stórum øki.«

 

Hvat verður avgerandi fyri, at Føroyar fáa eitt gott úrslit?

»Til dystin í kvøld skulu vit sjálvandi rokna við, at spanska avrikið helst verður betri enn tað, vit sóu mikukvøldið. Men eg haldi hóast hetta, at har eru møguleikar ímóti spanska liðnum. Fyrst og fremst er tað umráðandi, at vit fáa okkara skjóta spæl at sita. Her hugsi eg fyrst og fremst, at 2. og 3. bylgja verða týdningarmiklar fyri okkara kvinnur. Tað krevur bjargingar og skjótt spæl fram eftir vøllinum í støðum, har spanska verjan ikki ordiliga er komin upp á pláss. Tað er eisini umráðandi, at vit finna fram tempo í skipaða álopsspælinum, og at vit finna røttu økini at leypa á. Her vilja vit gjarna hava okkara bakspælarar í góðar mann-mann støður við rímiligum plássi.«

 

Tú viðmerkti dystin hjá Spania móti Paraguay, sum bleiv stroymdur á kvf.fo. Hvussu sterk verður spanska mótstøðan í kvøld?

»Eins og Montenegro hevur Spania stórar strikuspælarar, og í verjustøðu er umráðandi, at okkara fáa avmarkað týdningin hjá sponsku strikuleikarunum. Tað er eisini umráðandi, at verjan er ágangandi og fær tikið tempo av spanska álopsspælinum. Hetta kann vera við til at gera fyritreytirnar hjá okkara málmonnum betri, og málmenninir eru altíð av ovurhonds stórum týdningi í hondbólti.«

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Mikudag 22. apríl
Skratsj 22. apríl 2026
207404
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325