Rætturin skal gera av, hvør lóg er sterkari

Rætturin skal gera av, hvør lóg er sterkari
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, heldur, at gongur lógin um djóravælferð fram um grindalógina, er vert at umhugsa at broyta lógina um djóravælferð
Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.12.2025 - 07:54

Verða sýslumaðurin og grindaformenninir, sum eru skuldsettir fyri grindadráp í Hvannasundi í summar, ákærdir, skal Føroya rættur gera av, hvør lóg er sterkari - tann um djóravælferð ella tann um grindadráp.

Menninir eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð.

Ein útlendskur felagsskapur meldaði teir.

Hetta er fyrsta mál sv sínum slagi.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Verður niðurstøðan hjá dómsvaldinum, at lógin um djóravælferð gongur fram um grindalógina, er vert at umhugsa at broyta lógina um djóravælferð, so tað verður greitt, at hon ikki er galdandi fyri grindadráp, sigur Jóhan Christiansen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325