Krøv setast til arbeiði við stórum og vandamiklum tólum

Krøv setast til arbeiði við stórum og vandamiklum tólum
Krøv eiga at vera sett til arbeiðsfólk, sum arbeiða við stórum og vandamiklum arbeiðstólum
Krøv eiga at vera sett arbeiðsfólki, sum arbeiða við stórum og vandamiklum arbeiðstólum
Mynd: Savnsmynd  
 
01.12.2025 - 23:00

Krøv eiga at vera sett til arbeiðsfólk, sum arbeiða við stórum og vandamiklum arbeiðstólum. 

Tað halda umboð fyri fakfeløg og Vinnuhúsið í Arbeiðsumhvørvisráðnum. Men tey eru ikki samd um støddina á bótini fyri brot á Arbeiðsumhvørvislógina.

Føroyar hava lutfalsliga nógvar deyðiligar arbeiðsvanlukkur, roknað í mun til tal av arbeiðsvirknum fólkum. Samanborið við lond í Evropa, eru Føroyar eitt hitt vandamesta og klárt hitt vandamesta millum Norðurlond.

Jóhan Carl Dam umboðar fakfeløg í sonevnda Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum er knýtt at Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Hann hevur eitt boð upp á, hví tað er vandamikið at arbeiða í Føroyum.

Vinnuhúsið tekur undir við, at krøv skulu setast til starvsfólk, ið arbeiða við tungum amboðum. Marius Thomassen, ráðgevi, umboðar Vinnuhúsið í Arbeiðsumhvørvisráðnum.

Umboðið fyri fakfeløgini veit annars at siga, at arbeitt verður við at seta krøv til starvsfólk, ið arbeiða við stórum maskinum.

Sum reglur og umstøður eru í løtuni, so hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki heimild til at lata størri bøtur enn 40.000 krónur fyri brot á Arbeiðsumhvørvislógina. Tað heldur Jóhan Carl Dam ikki vera nøktandi, tá talan er um stórar fyritøkur.

Umboðið fyri Vinnuhúsið leggur dentin á fyribyrging av arbeiðsvanlukkum heldur enn á støddina á bótum, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann lata.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1779769

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776