Eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11

Eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11
 
02.12.2025 - 10:33

Útvarpið hevur eyka tíðindasending klokkan 11 í sambandi við, at Súsanna Bertholdsen, fyrrverandi landsstýriskvinna, fer aftur í løgtingið og Djóni Nolsøe Joensen heldur fram sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Hetta hendir, samstundis sum løgtingið í dag fer at atkvøða um fosturtøkulógina.

Súsanna Bertholdsen bað í gjár um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvngarmálum.

Í dag sigur hon á Facebook, at hon hevur tikið hetta stigið, tí hon "kann snøgt sagt ikki standa uttanfyri og hyggja at og vita, at tað er vandi fyri, at uppskotið fellur," sum Súsanna Bertholdsen orðar seg.

Eyka tíðindasending í útvarpinum klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065