- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grikkar kunnu fella evruna

Grikkaland berjist fyri at koma fyri seg fíggjarliga og at sleppa at halda fram í evrusamstarvinum.

Norski professarin í búskapi,
Karen Helene Ulltveit-Moe, sigur í eini samrøðu við tíðindastovuna NTB, at so
leingi Grikkaland ikki megnar at uppfylla tey krøvini sum ES og evrosamstarvið
krevja av landinum, so er bara ein loysn, og tað er at Grikkaland verður koyrt úr
evrusamstarvinum.

Hetta er tó ikki bara
eitt lagnuheyst fyri grikkar, men fyri øll londini sum hava evruna. Um
Grikkaland rýkur út, so standa fleiri onnur lond og kunnu koma í somu støðu. Talan
er serliga um Italia, Spania, Portugal og Írland.

Ulltveit-Moe sigur at man
er bangin fyri hvørjar avleiðingar sum tað kann fáa um Grikkaland missir
evruna.

Tølini eru rættiliga
neilig, og ringt er at síggja nakrar glottar. Grikski búskapurin minkaði 6,2
prosent í øðrum ársfjóðringi. Arbeiðsloysi er farið uppum 23 prosent, og hjá
teimum ungu eru meir enn helmingurin uttan arbeiði.

Grikkaland hevur ringt
við at fylgja teimum krøvunum sum altjóða lániveitarar krevja at landið ger,
fyri at lána teimum pengar.Mánadagin skal Grikkaland rinda aftur eitt lán uppá
fleiri miljardir. Fyri at kunna gera tað kann landið noyðast at taka eitt
stuttfreista lán.

Tóðarritið The Economist
hevur sett upp eitt roknistykki sum vísir at tað kemur at kosta
evrusamstarvinum 323 miljardir um Grikkaland skal burtuúr samstarvinum. Og tíðarritið
metir at um Grikkaland dregur Portugal, Írland, Kypros og Spania við sær, so
kostar tað samstarvinum 1155 miljardir evrur.

Norski professarin sigur
at tað er ringt at siga hvat sum er bíligast, um Grikkaland verður verandi
evruland ella ikki.

- Men talan er ikki bara
um pengar, men eisini um politisku javnvágina í Evropa. Ikki síðani árini
millum hemimsbardagarnar have vit sæð so nógvan fíggjarligan ófrið í Evropa,
sigur Ulltveit-Moe.