Bólkur 5B fær fleiri fiskidagar í næstu viku

Bólkur 5B fær fleiri fiskidagar í næstu viku
Løgtingið samtykti seint í gjárkvøldið at geva landsstýrismanninum heimild at flyta óbrúktar fiskidagar í bólki 5
Eirikur í Jákupsstovu er nú landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
 
03.12.2025 - 08:00

Gongst sum ætlað, fáa útróðrarbátar í bólki 5 B fleiri fiskidagar um eina viku.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálaráðnum, nú uppskotið um at geva landsstýrismanninum heimild at flyta óbrúktar fiskidagar í bólki 5 - tað vil siga bæði í bólki 5 A og B - til árið eftir, var samtykt seint í gjárkvøldið.

Við uppskotinum verða útróðrarbátar í bólki 5 javnsettir við hinar bólkarnar.

Fiskidagarnir hjá útróðrarbátunum í bólki 5 B - teimum ikki fullriknu útróðrarbátunum -  vóru uppi 16. oktober.

Hoyr Eirik í Jákupsstovu her:

 

03122025_Eirikur

 

Í gjár hevði bólkur 5A 306 dagar eftir.

Bólkur 5B hevur brúkt 95 dagar ov nógv.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985