Landsstýrið mælir nú til at hækka serlæknapuljuna

Landsstýrið mælir nú til at hækka serlæknapuljuna
Í fíggjarlógaruppskotinum vóru bara 450.000 kr. settar av, men nú verður biðið um at hækka játtanina 3,5 milliónir
Serlæknapuljan var nógv skerd í fíggjarlógaruppskotinum, men nú biður landsstýrið fíggjarnevndina um at hækka játtanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2025 - 14:48

Landsstýrið biður nú um at hækka játtanina til serlæknapuljuna 3,5 milliónir kr.

Tað sæst í broytingarskotinum frá landsstýrinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2026.

Í fíggjarlógaruppskotinum skuldi serlæknapuljan lækka niður í 450.000 krónur.

Læknafelagið hevur síðani mótmælt skerjingini.

Verður játtanin hækkað,  verð slakar fýra milliónir til endamálið næsta ár.

Seinastu árini hevur serlæknapuljan verið umleið tríggjar milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974