Ferðslan í undirsjóvartunlunum setir met

Ferðslan í undirsjóvartunlunum setir met
Allir fýra undirsjóvartunlarnir seta ferðslumet í ár. Hon fer uppum 1,1 milliónir bilar í Vágatunlinum, 1,6 í Norðoyatunlinum, 2,3 í Eysturoyartunlinum og 400.000 til Sands
Ferðslan í undirsjóvartunlunum setir met
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2025 - 14:23

Tað er eingin loyna, at undirsjóvartunlarnir hava broytt ferðslumynstrið í landinum nógv.

Tað gav at býta, tá Vágatunnilin lat upp í desember 2002, tí ferjurnar høvdu seinasta 12 mánaða skeiðið frammanundan flutt 120.000 bilar, og nevndin, sum ikki hevði nakað at byggja sínar metingar á, roknaði varisliga við einari broyting uppá 3,5 prosent. Hevði tað verið árliga ferðsluøkingin, so høvdu færri enn 300.000 bilar koyrt gjøgnum Vágatunnilin í ár.

Men tølini gjørdust nógv hægri. So nógv, at ferðslan í Vágatunlinum hevur sveiggjað um eina millión bilar um árið. Í 2023 fór ferðslan fyrstu ferð uppum og í ár fer hon uppum 1,1 milliónir bilar, sum er met fyri Vágatunnilin. Taðå gevur eina miðalferðslu uppá umleið 3.200 bilar um samdøgrið, tá tølini eru roknað við útgangsstøði í 30 døgum um mánaðin.

Í veruleikanum seta allir undirsjóvartunlarnir ferðslumet í ár.

Í Norðoyatunlinum fer ferðslan upp um 1,6 milliónir bilar og so nógvir bilar hava ongantíð koyrt ígjøgnum Norðoyartunnilin. Tað gevur eina miðalferðslu uppá 4.500 bilar um samdøgrið.

Ferðslan í Eysturoyartunlinum fer í ár at liggja upp ímóti 2,4 milliónum bilar samanborið við 2,18 í fjør og ferðslan í Sandoyartunlinum fer at nærkst 400.000 bilum í ár samanborið við 363.000 í fjør. Hetta gevur eina miðalferðslu í Eysturoyartunlinum uppá 6.500 bilar um samdøgrið, harav 5.600 koyra millum Eysturoy og Streymoy og 900 undir Skálafjørðin. Í Sandoyartunlinum er miðalferðslan næstan 1.100 bilar nú, sum er næstan tríggjar ferðir tað, sum mann roknaði við frammanundan.

Vøksturin í tunlunum býtir seg soleiðis, at vøksturin er góð fimm prosent í Vágatunlinum, hann er sløk seks prosent í Norðoyatunlinum, hann er næstan tíggju prosent í Eysturoyartunlinum og næstan átta prosent í Sandoyartunlinum.

Miðalferðslan er roknað út við støði í 30 døgum í mánaðinum, og tí er ikki vist at tey eru í fullum samsvari við tølini hjá tunnilsfelagnum.

Trýst á pílin og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1781058

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044