Skal ikki vera byggipláss hátíðardagin

Skal ikki vera byggipláss hátíðardagin
Løgtingið verður 175 ár í 2027. Og tað vildi verið ógvuliga harmiligt, at tingið tá er eitt byggipláss, sigur formansskapurin
Glasið kann bíða til 2027, men tað er neyvan ráðiligt, sigur formansskapurin.
 
11.12.2025 - 06:56


Formansskapurin í løgtinginum hevur biðið fíggjarnevndina seta 34,2 milliónir krónur í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026.

Pengarnir skulu brúkast til at umvæla umsitingarbygningin hjá løgtinginum.

Fíggjarnevndin spurdi formansskapin, um partur av verkætlanini kann bíða til 2027.

Formansskapurin svarar, at arbeiðið skal helst gerast skjótast gjørligt.

Løgtingið verður 175 ár í 2027.

Og tað vildi verið ógvuliga harmiligt, at tingið tá er eitt byggipláss, svarar formansskapurin.

Formansskapurin sigur, at glasið kann bíða til 2027. Hetta kann spara fimm milliónur í 2026.

Men formansskapurin heldur als ikki, at tað er ein góð loysn. Og sannlíkt verður verkætlanin dýrari samanumtikið, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162