825 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið

825 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið
Tilsamans eru goldnar 13,5 milliardir kr. í lønum frá desember í fjør til november í ár
Hýra og løn í botnfiskaveiðu er seinastu 12 mánaðirnar er vaksin meira enn 60 prosent, sigur Hagstovan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2025 - 08:38

825 milliónir kronur fleiri vóru goldnar í lønum frá desember í fjør til november í ár, enn frá desember í 2023 til desember í 2024.

Vøksturin er 6,5 prosent, skrivar Hagstovan.

Samanlagt var lønin 13,5 milliardir krónur seinasta árið.

 

Bólkurin, sum eitur landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, eigur ein triðing av vøkstrinum.

Hetta kemst serliga av hýrum og løn í botnfiskaveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin meira enn 60 prosent.

Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum, 67 prosent av vøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609