Tveir kommunulæknar sleppa ikki at arbeiða sjálvstøðugt

Tveir kommunulæknar sleppa ikki at arbeiða sjálvstøðugt
Talan er um kommunulæknaviðtaluna hjá Birna Hansen í Læknahúsinum í Hoyvík og læknaviðtaluna hjá Hanusi á Lógv í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík
Hetta er fyrstu ferð, at Styrelsen for Patientsikkerhed hevur avmarkað autorisatiónina hjá kommunulæknum í Føroyum, so teir bara kunnu arbeiða undir eftirliti av øðrum. (Savnsmynd)
 
18.12.2025 - 08:58

Tveir kommunulæknar hava fingið forboð fyri at arbeiða sjálvstøðugt í síni viðtalu.

Avgerðin er tikin, tí eftirlitsvitjan staðfestir, at trygdin hjá sjúklingunum er ikki í lagi.

Tað er Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur avmarkað løggildingina - autorisatiónina - hjá tveimum kommunulæknum.

Avgerðin hjá Styrelsen for Patientsikkerhed merkir, at kommunulæknarnir sleppa ikki at arbeiða sjálvstøðugt, men bara kunnu arbeiða undir eftitliti av øðrum, góðkendum lækna.

Avgerðin byggir á eftirlitsvitjanir hjá Landslæknanum fyrr í ár. Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Talan er um kommunulæknaviðtaluna hjá Birna Hansen í Læknahúsinum í Hoyvík og læknaviðtaluna hjá Hanusi á Lógv í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík.

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Feilir ikki rættaðir

Nýggjastu frágreiðingarnar um eftirlitsvitjanirnar staðfesta, at áður fráboðaðir feilir í læknaviðtalunum eru ikki rættaðir. Landslæknin hevur verið á eftirlitsvitjan tríggjar ferðir.

Sonevnd "påbud" frá sumri 2024 hava ikki bøtt nóg nógv um støðuna, og niðurstøðan hjá landslæknanum er, at í báðum læknaviðtalum eru "større problemer af betydning for patientsikkerheden."

Lars Fodgaard Møller vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um málini. Men hann upplýsir, at talan er um tvey sonevnd "einstaklingamál." Tað vil siga, at tað er ítøkiliga arbeiðið hjá læknunum sjálvum, sum ikki lýkur øll krøv og treytir. Journalir og annað tilfar eru tí gjøgnumgingin og mett av óheftum serfrøðingum. Og báðir kommunulæknar hava fingið avmarkingar í sína løggilding, autorisatión.

Birni Hansen misti rættin at arbeiða sjálvstøðugt 24. oktober, og Hanus á Lógv misti rættin at arbeiða sjálvstøðugt 4. desember.

 

Avmarkað fyribils

Í báðum førum sigur Styrelsen for Patientsikkerhed, at løggildingin, autorisatiónin, er avmarkað "fyribils" - ella "midlertidigt", sum myndugleikin orðar seg.

Kommunulæknarnir kunnu tó halda fram at arbeiða, men undir eftirliti av øðrum, góðkendum læknum.

Sambært Lars Fodgaard Møller eru avtalur gjørdar við tveir aðrar læknar, sum skulu veita supervisjón, og eisini regluliga kunna myndugleikarnar um gongdina.

Birni Hansen skal arbeiða í læknaviðtalu í Vágum til 1.mars, meðan Hanus á Lógv heldur fram í Klaksvík, undir eftirliti av øðrum lækna.

Enn veit landslæknin ikki, hvussu leingi teir báðir kommunulæknarnir skulu virka undir hesum herdu krøvum. 

- Men málini eru av slíkum slag, at eg vænti, at báðir fara aftur at arbeiða sjálvstøðugt, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hetta er fyrstu ferð, at Styrelsen for Patientsikkerhed hevur avmarkað autorisatiónina hjá kommunulæknum í Føroyum, so teir bara kunnu arbeiða undir eftirliti av øðrum.

Avgerðir hjá Styrelsen for Patientsikkerhed eru endaligar, og kunnu tí ikki kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345