Fríyrkisleikhús fáa stuðulsjáttan, hóast eingin viðgerð hevur verið

Fríyrkisleikhús fáa stuðulsjáttan, hóast eingin viðgerð hevur verið
Hetta kann illa lýsast øðrvísi enn beinleiðis politisk útluting av almennum pengum, sigur fíggjarnevndarlimurin hjá Sambandsflokkinum
Fríyrkisleikhúsið TVAZZ er eitt av fríyrkisleikhúsunum, sum fær stuðulsjáttan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 10:20

Tríggjar stuðulsjáttanir sóu dagsins ljós, aftaná at fíggjarnevndin var liðug at viðgera fíggjarlógaruppskotið.

Talan er um hálvaaðru millión krónur, sum eru játtaðar til trý fríyrkisleikhús.

Talan er um Leikhús SKIFT, TVAZZ og Teatur GRUGG.

Eingin umsókn finst, og eingin viðgerð hevur verið í fíggjarnevndini.

 

Magnus Rasmussen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Hetta kann illa lýsast sum annað enn beinleiðis politisk útluting av almennum pengum, sigur Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin.

Í síðstu viku kom Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, í løgtingið við lógaruppskoti um at flyta stuðul til yrkisleiklist til Mentanargrunn Landsins at umsita.

Høvuðsendamálið við tí er "at tryggja armslongd frá politisku skipanini"

Uppskotið hevur verið til 1.viðgerð og liggur nú í mentanarnevndini, har Magnus Rasmussen eisini situr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18122025_Magnus

 

Fekk ein hvøkk

Rønn Eliasen er forfólk í leiklistaráðnum, sum kemur við tilmælum til landsstýrisfólkið um stuðul til yrkisleiklist. Broytingarnar í fíggjarnevndini komu eisini sum ein hvøkkur fyri hana.    

 

Rønn Eliasen.

 

Rønn Eliasen heitir á politikararnar um at endurskoða raðfestingina, tí hon ger størri skaða enn gagn. Harumframt er hon greitt brot á armslongdarprinsippið, sigur hon.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum: 

 

18122025_Ronn_Eliasen


Sí eisini: Yrkisleiklistin fær minni - kortini verður meira til leiklist

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138