Serfrøðingurin

Martin gleðir seg til jóladøgurðan
18-12-2025
Martin Restorff hevur fleiri góð ráð til alt, sum hevur við ein góðan jóladøgurða at gera.

Ráðini snúgva seg m.a. um, hvussu dunnan eydnast best, hvussu tú gert eina góða sós, hvussu brúnkar tú eplir umframt, at Martin eisini greiðir frá, at tað væl ber til at gera okkurt øðrvísi til jóladøgurðan.

- Í staðin fyri reyðkál, ber eisini til at royna eina lekkra spísskálssalat við balsamiko, hunangi, oliven olju og ristaðum nøtum, sum tú so pyntar við antin persillu bløðum ella tomatum.

Góðu ráðini frá Martini eru at finna soleiðis í innslagnum:

00:28: Dunna

04:36: Sós

06:55: Spísskálssalat

09:12: Brúnkaði eplir

11:52: Rísalamang

12:56: Karamell sós

14:15: Martin svarar spurningum frá lurtarum

Serfrøðingurin

Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.

Við miðvísari uppmerksemisvenjing ber til at sleppa undan tankameldri og óneyðuga nógvum stúranum
15-04-2026
Hormonir, vekt, væta og matarlystur. Hetta er bert nakað av tí, sum broytist, tá ein kvinna verður við barn.
08-04-2026
Fleiri kvinnur enn menn fáa staðfest eina stoffskiftissjúku
25-03-2026
Skalt tú hava ein góðan køkshava, sum gevur tær heilsugott grønmeti, mást tú hugsa teg um og lesa uppá áðrenn, sigur Maud Vang Hansen, sum er serfrøðingur hesaferð
18-03-2026
Fyrr var tað lívmóðirhálskrabbi hjá kvinnum, sum var orsøkin til koppseting fyri HPV, men nú vísir tað seg, at krabbi orsakað av hesari virus eisini rakar nógvar ungar menn
11-03-2026
Hetta er áheitanin frá djóralæknanum til teirra, sum antin ætla at innflyta djór til Føroya ella ætla at ferðast við djórum, tey longu hava
25-02-2026
Hvítvaskilógin krevur nú betri prógv, skjalfesting og gjøgnumskygni í pengaflytingum.
18-02-2026
Anna Thomsen, orkuverkfrøðingur og byggitøkningur, gevur góð ráð og svarar lurtaraspurningum
11-02-2026
Fleiri fyrimunir eru við at venja í lutfallsliga stutta tíð men við høgum intensiteti
04-02-2026
Tú skalt ikki leggja ov hart út, um tú vilt eggja einum barni til at røra seg meira, tí tað skal kennast náttúrligt ikki sum nakað, tey verða noydd at gera
28-01-2026
Januar mánaði kann gerast tungur, um tú ikki hevur fyrireikað teg fíggjarliga.
21-01-2026
Munnheilsa hevur stóran týdning fyri restina av kroppinum, sigur Sára Fossá, tannlækni.
14-01-2026