Flyta gamalt umlættingartilboð í Havn til Sands

Flyta gamalt umlættingartilboð í Havn til Sands
Bæði avvarðandi og áhugafelagið Javni rópa varskó
Tað kemur dátt við hjá teimum avvarðandi, at Almannaverkið hevur gjørt av flyta umlættingartilboðið í Havn til Sands.
 
19.12.2025 - 14:38

Eitt umlættingartilboð, sum í áratíggju hevur verið eitt trygt stað hjá fólki við menningartarni og autismu í Havn, flytur á nýggjárinum til Sands. 

Tað merkir, at í 2026 verður einki umlættingartilboð eftir í høvuðsstaðnum til hendan málbólkin, og tað harmar Nenu Jákupsdóttir, at dóttir hennara nú missir tryggleikan, at hava eitt frítíðarheim í nærumhvørvinum, sum hevur verið avgerandi í gerandisdegnum.

Frá Frítíðarheiminum hevur dóttirin, Jenny, sjálv kunnað gingið til onnur tilboð í Havn, eitt nú verkstaðið Vón og Skúlan á Trøðni. 

Nena Jákupsdóttir sigur, at brúkararnir og tey avvarðandi hava ikki verið hoyrd í hesi avgerðini, at frítíðarheimið flytir til Sands.

Forkvinnan í Javna, Helena Jørmundsson, heldur lítið um avgerðina at flyta frítíðarheimið úr Havn til Sands.

Hon stúrir fyri, at tryggleikin hvørvur, tá eitt kent tilboð við støðugum starvsfólkum verður skift út við eitt nýtt stað, uttan somu fólk og uttan tilvenjing. Hon sær ikki hesa avgerðina sum eina sparing.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19122025_Umlaettingartilbod

 

Hjá Nenu Jákupsdóttur kennist støðan læst.

Hon sigur, at hon er sinnað at keypa eini hús í Havn, sum er egnað til endamálið, og so kann Almannaverkið leiga tey, men hon hevur einki frætt aftur frá Almannaverkinum um málið.

Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men svarar skrivligum spurningum seinni í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744