Summarfestivalurin fylgdi ikki lógini

Summarfestivalurin fylgdi ikki lógini
Summarfestivalurin breyt nýggju tilbúgvingarlógina frá 1. juli, tá festivalurin varð fyriskipaður í ár, eitt nú við met luttøku av 200 húsvognum.
Summarfestivalurin breyt nýggju tilbúgvingarlógina frá 1. juli, tá festivalurin varð fyriskipaður í ár, eitt nú við met luttøku av 200 húsvognum.

18.08.2012 - 14:53

Sambært nýggju tilbúgvingarlógini skulu fyriskipararnir senda tilbúgvingarætlanina til Tilbúgvingarstovn Føroya til kunningar, men á Tilbúgvingarstovni Føroya sóu tey ongantíð nakra ætlan frá Summarfestivalinum,.

Brotið á tilbúgvinarlógina varpar enn einaferð ljós á manglarnar í lógini, tá tað kemur til at tryggja, at fólk kunnu uppihalda seg trygt á kampingøkjum, eitt nú í sambandi við festivalar og stevnur. Ongar reglur eru sum áseta, hvussu slík økir skulu skipast.

Dávur Winther frá Klaksvíkar kommunu, sum er limur í fyriskipanarbólkinum av Summarfestivalin, sigur fyri útvarpinum, at Summarfestivalurin hevði allar neyðugar váttanir frá lokalu tilbúgvingarmyndugleikunum og politinum í sambandi tilbúgvingarætlanina fyri ársins festival.

Dávur Winther ásannar tó, at tilbúgvingarætlanin ikki varð send Tilbúgvingarstovni Føroya, sum hon annars skal, sambært nýggju tilbúgvingar-lógini frá 1. juli í ár. Men hann leggur afturat, at hann hevði persónligt samband við táverandi stjóran á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, um møguligar viðmerkingar til tilbúgvingarætlanina fyri ársins Summarfestival. Men har vóru ongar viðmerkingar, og tí brúktu teir somu ætlan, sum undanfarin ár, sambært Dávi Winther.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816