Trump tilnevnt serligan sendimann í Grønlandi

Trump tilnevnt serligan sendimann í Grønlandi
Jeff Landry hevur verið guvernørur í Louisiana síðani 2024, og heldur fram í tí starvinum
Jeff Landry skal vera serligur sendimaður hjá USA í Grønlandi
Mynd: The Boston Globe  
 
22.12.2025 - 08:17

Donald Trump, forseti, hevur tilnevnt Jeff Landry, guvenør í Louisiana, at vera serligur sendimaður í Grønlandi.

Jeff Landry hevur verið guvernørur í Louisiana síðani 2024, og heldur fram í tí starvinum.

Trump skrivar á sínum egna miðli, at Jeff Landry veit, hvussu stóran týdning Grønland hevur fyri trygdina hjá USA.

- Jeff skilir, hvussu avgerandi Grønland er fyri okkara trygd, og hann fer at fremja áhugamál hjá okkara landi til frama fyri trygdina hjá okkum og okkara sameindu, skrivar Trump.

- Hetta eru tekin, sum ikki kunnu misskiljast, sigur Kristian Mouritsen, altjóða greinari hjá danska miðlinum Berlingske, við TV2:

 

22122025_Kristian_1

 

Samskiftið millum Danmark og USA um Grønland verður harðari av hesum:

 

22122025_Kristian_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401