Fakfelagssamstarvið stúrir fyri samráðingarrættinum

Fakfelagssamstarvið stúrir fyri samráðingarrættinum
Feløgini í samstarvinum siga, at uppskotið um fíggjarligt regluverk má á ongan hátt hava ávirkan á fría samráðingarrættin
Sjey feløg eru í Fakfelagssamstarvinum.
 
22.12.2025 - 10:09

Fakfelagssamstarvið stúrir fyri samráðingarrættinum, nú Fíggjarmálaráðið er komið við uppskoti um politiskt regluverk, tað er hámark fyri vøkstri í rakstrarútreiðslum hjá landskassanum.

Fakfelagssamstarvið sigur seg vilja taka neyðug stig fyri at steðga møgulig álop á fría samráðingarrættin og demokratiska rættin.

Fakfelagssamstarvið sigur bart út, at uppskotið á ongan hugsandi hátt má hava ávirkan á fría lønarsamráðingarrættin. 

Fíggjarmálaráðið tekur hetta til eftirtektar.

Men tað vísir eisini á, at ætlanin er avmarka útreiðsluvøksturin til eitt prosent umframt framskriving fyri lønar- og prísvøkstur.

Les hoyringarskrivið her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815