- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trupulleikarnir hjá sponsku bankunum vaksa

Tað vil siga, at rentur av avdráttir eru ikki goldin í tríggjar mánaðir. Tað er næstan 10 prosent av samlaðu útlánunum hjá sponsku bankunum.

Bara frá mai til juni, hækkaðu eftirstøðurnar á lánum fyri meir enn 50 miljardir krónur.

Í juni heitti Spania á ES um hjálp, fyri at sleppa undan at bankakervið fór á húsagang.

ES hevur játtað Spania lán uppá 100 miljardir evrur, ella umleið 700 miljardir krónur.

Men enn eru samráðingarnar um treytirnar fyri láninum ikki lidnar, og tí hevur Spania framvegis ongar pengar fingið.

Ringast stendur til í samanlagda bankanum, Bankia, og í hesi vikuni varð staðfest, at bankin alt fyri eitt hevur tørv á minst 100 miljardum krónum, sum ES eftir øllum at døma fer at lata bankanum ein av fyrstu døgunum.