Nú skal ferð setast á í Leitinum í Saltangará

Nú skal ferð setast á í Leitinum í Saltangará
Smápartafelagið Jóan Petur Vang hevur keypt grundøkið, sum er ætlað til at byggja íbúðir á. Tað eydnaðist ikki fyrra eigaranum, men Jóan Petur Vang hevur góðar vónir
Nú skal ferð á byggingina av íbúðum í Leitinum í Runavík
Mynd: Mynd: Google Earth  
 
28.12.2025 - 11:06

Tað eydnaðist ikki fyrrverandi eigaranum, Skt. Jørgens Ejendomme Aps, sum umvegis smápartafelagið í Leitinum átti grundøkið ovast í Saltangará, at fáa glið á byggjaríið. Tí keypti Runavíkar kommuna grundøkið aftur og beint fyri jól seldi kommunan tað enn einaferð.

Keyparin hesaferð er spf. Jóan Petur Vang, og ætlanin hjá felagnum er júst tann sama - at byggja íbúðir á økinum, sum skulu seljast áhugaðum keyparum.

Jóan Petur Vang eigur smápartafelagið og hann er eisini stjóri, og gongur tað eftir ætlan, so verður hol sett á arbeiðið í summar ella har á leið.

Spf. Jóan Petur Vang hevur longu gongd í tveimum íbúðarverkætlanum í Runavík, men tær liggja við sjóvarmálan, frammanfyri gamla timburhandilin, tað er nú blivið til handilsdepilin Bryggjan, har millum annað Bónus, Rumbul, Skálkur og Sunset halda til.

Har vera bygdar 45 íbúðir í tveimum bygningum, tann fyrsta er væl á veg og farið verður undir ta næstu rættiliga skjótt, sigur Jóan Petur Vang.

- Ætlanin er so, at fara undir hesa stóru verkætlanina, tá arbeiðið við seinna bygninginum á havnarlagnum er liðugt. Tí er neyðugt at tað gongur skjótt fyri seg at fáa loyvi upp á pláss, sigur stjórin.

Enn er ikki greitt, hvussu ætlanin í Leitinum fer at síggja út, tí enn er bara grundøkið keypt. Har ein ætlan, men hon er ikki fest á pappír enn, tað verður gjørt í næstum, skilst á Jóan Peturi Vang.

Spurdur, hvussu áhugin er at keypa, sigur hann, at hann framvegis er stórur. 

- Tað er allatíðina ein eftirspurningur, men tað er greitt, at vit fara ikki at byggja 150 íbúðir í einum, sum vit so skulu selja. Vit fara at byggja hetta í stigum, sum tað sær út nú, í seks stigum, sigur Jóan Petur Vang.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið við Jóan Petur Vang.

1785111

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854