
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Í dag dystast landsliðsspælarin Jana Mittún ímóti landsliðsvenjaranum Claus Mogensen um bronsuna í donsku steypakappingini í hondbólti.
Baksspælarin umboðar Viborg HK, meðan venjarin hjá Føroyum dagliga er venjari hjá Ikast.
Viborg tapti hálvfinaluna í gjár fyri Team Esbjerg. Viborg fylgdi væl við í fyrra hálvleiki, sum endaði 16-16, men eftir steðgin fór Team Esbjerg undan og vann dystin 39-28. Jana Mittún skeyt eitt mál og legði upp til fýra. Stóri spælarin hjá Esbjerg var Henny Reistad, sum skoraði heili 15 mál.
Ikast tapti eisini stórt; Odense tryggjaði sær finaluplássið við 38-27 sigri.
Viborg og Ikast spæla um bronsuna seinnapartin klokkan 16.30, og í kvøld klokkan 19.00 verður finalan millum Esbjerg og Odense.
Pernille norskur steypavinnari
Liðskiparin á landsliðnum Pernille Brandenborg vann sunnukvøldið norsku steypakappingina við felagi sínum Storhamar.
Storhamar vann á Larvik í jøvnu finaluni, sum endaði 37-36 eftir brotskastskapping. Pernille Brandenborg skoraði fýra mál í dystinum og var trygg tvær ferðir úr sjey metrum.
Sterki strikuspælarin skifti til Storhamar úr København Håndbold í summar.