Fiskivinnuavtalu við Russland - og Murman Seafood og Norman JSC eru úti

Fiskivinnuavtalu við Russland - og Murman Seafood og Norman JSC eru úti
Fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Russland endaðu við, at sáttmálin varð endurnýggjaður - við ávísum lækkingum
Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrismaður við tilfeingis- og vinnumálum
 
30.12.2025 - 23:01

Landsstýrið hevur gjørt ein nýggjan sáttmála við Russland um fiskivinnusamstarv, sum er galdandi fyri 2026.

Tað boðaði landsstýrið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Føroyar og Russland fóru ikki undir samráðingar fyrr enn Noreg og Russland høvdu fingið sínar samráðingar upp á pláss, og tað hendi fyrr í mánaðinum.

Eitt av stóru knútapunktunum hesaferð var, at føroysku myndugleikarnir ynsktu at útihýsa teimum báðum russisku reiðaríunum, Murman Seafood og Norebo JSC, tí tey sambært føroyskum og útlendskum myndugleikum hava borið seg skeivt at. Russar høvdu boðað frá tiltøkum, men nú sáttmálin er undirskrivaður, er greitt, at hesi bæði feløgini eru svartalistað og tí fáa tey frá 1. januar ikki loyvi at fiska í føroyskum sjógvi ella koma í føroyska havn. 

Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, sum hevur gjørt av, at Føroyar skulu seta hesi avmarkandi tiltøk í verk, skrivar uttanríkis- og mentamálaráðið. Men tað er Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, sum hevur staðið á odda fyri føroysku fiskiveiðusamráðingunum við Russland.

Nýggi sáttmálin inniber fleiri lækkingar, bæði í tí, sum føroyingar kunnu fiska í Barentshavinum og í tí, sum russisk skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

Ítøkiliga vera kvoturnar í russiskum sjógvi í 2026 hesar: 6.306 tons av toski, 1.484 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4.000 tons av rækjum. 

Føroysku botnfiskakvoturnar í Barentshavinum lækka sostatt við samanlagt 655 tonsum í 2026. Toskakvotan lækkar við 1.139 tonsum, ímeðan hýsukvotan hækkar við 484 tonsum.

Í avtaluni við Russland kunnu - eins og í 2025 - føroysku botnfiskakvoturnar flytast í norskan sjógv eftir avtalu við Noreg.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi lækka eisini í mun til undanfarin ár. Svartkjaftakvotan lækkar við 10.000 tonsum og makrelkvotan við 3.879 tonsum. Kvotan av norðhavssild hækkar tó nakað við 1.914 tonsum.

Russisku kvoturnar fyri 2026 verða 65.000 tons av svartkjafti, 4.201 tons av makreli og 7.714 tons norðhavssild. Russisk skip kunnu fiska hesar nøgdir í føroyskum og altjóða sjóøki.

Russisk skip fáa í 2026 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 30.953 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi. Hetta er ein lækking á 41% í mun til 2025.

Russisk skip hava heldur ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi í 2026.

Eins og onnur vestanlond hava Føroyar avgjørt, at frá 1. januar 2026 verða avmarkandi tiltøk sett í verk, sum millum annað fevna um tvey russisk reiðarí. Ein avleiðing fyri fiskiveiðiavtaluna er, at skip hjá hesum feløgum ikki kunnu fáa loyvi at fiska og virka í føroyskum sjóøki í 2026, umframt at tey ikki fáa atgongd til føroyskar havnir.

Trýst á pílin fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða:

1785698


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979