Fíggjarnevndin viðger Suðuroyartunnilin í morgin

Fíggjarnevndin viðger Suðuroyartunnilin í morgin
Sambært heimsíðuni hjá løgtinginum skal nevndin koma við áliti 14. januar
Fíggjarnevndin fekk lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin 15. desember.
 
05.01.2026 - 08:53

Suðuroyartunnilin er á skránni fyri fundin hjá fíggjarnevndini í morgin.

Átta onnur mál eru eisini á skránni, og Suðuroyartunnilin er næstsíðst.

Fíggjarnevndin fekk lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum tann 15. desember.

Sambært heimsíðuni hjá løgtinginum skal nevndin koma við áliti um góða viku, 14. januar.

Eingin innkalling er gjørd til fundin í morgin, sum byrjar kl. 10.00.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974