Atlantsflog hevur selt flogfar fyri 6,5 milj.kr

Atlantsflog hevur selt flogfar fyri 6,5 milj.kr
Talan er um eitt av gomlu BAE Avro flogførunum hjá Atlantsflogi
RJ-85-flogfarið hjá Atlantic Airways er selt kandiskum felag
 
11.12.2013 - 12:23

Atlantsflog fekk 1,2 milliónir amerikanskar dollarar fyri gamla RJ-85 flogfarið, sum júst er selt til eitt kanadiskt felag. Hetta svarar til 6,5 milliónir krónur.

- 1,2 milliónir dollarar er tað sama, sum flogfarið varð virðismett á roknskapinum hjá okkum, og tí fer sølan als ikki at ávirka roknskapin fyri í ár, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog.

Talan er um eina sølu, sum hevur verið ætlað síðani nýggju Airbus flogførini komu, og tí fer sølan av gamla flogfarinum heldur ikki at broyta rutunetið hjá flogfelagnum, leggur stjórin afturat.

Fráboðað á børsinum

Jørgen Holme, stjóri, upplýsti í eini børsfráboðan í gjár, at kanadiska felagið North Cariboo hevur keypt gamla RJ-85 flogfarið.

Atlantsflog hevur nú bert eitt av teimum gomlu BAE Avro-flogførunum eftir.

Talan er um tað, ið nevnist RJ-100, og tað verður fyrst og fremst brúkt til íslandsflúgvingina. Umframt RJ-100 hevur Atlantsflog nú trý Airbus 319-flogfør í flotanum.

Ófriður í Egyptalandi ávírkar

Føroyska flogfelagið hevur fyrr harmast, at politiski ófriðurin í Egyptalandi gjørdi, at charteravtalan við danska felagið Atlantis Rejser ikki gjørdist so lønandi, sum upprunaliga ætlað.

- Flúgvingin á Egtyptalands heldur fram við teimum avmarkingum, sum komu eftir politiska ófriðin. Vit kunnu bara gleðast um, at tað tykist verða friðarligari í landinum, og at myndugleikarnir ikki longur ávara ímóti at ferðast til Egyptalands. Men um tað fær nakra ávirkan á flúgvingina hjá okkum, ber ikki til siga um enn, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426