Hava fingið longda freist at viðgera Suðuroyartunnilin

Hava fingið longda freist at viðgera Suðuroyartunnilin
Freistin er longd til 18. februar
Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
 
06.01.2026 - 07:49

Nú er greitt, at álitið hjá fíggjarnevndini um Suðuroyartunnilin kemur ikki í næstu viku.

Fíggjarnevndin hevur biðið um og fingið freistina, sum var 14. januar, longda til 18. februar.

Fíggjarnevndin fekk lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum tann 15. desember.

Og løgtingsforkvinnan hevur eisini longt freistirnar hjá hinum átta málunum, sum eru á dagsskránni hjá fíggjarnevndini í dag.

Tær eru allar longdar til 18. februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985