Framleiðslan hjá SEV setti met í fjør

Framleiðslan hjá SEV setti met í fjør
27. desember fór talið upp um 500 gigawatttímar, og størsti eftirspurningurin eftir streymi var jólaaftan
SEV á Sundi. Elframleiðslan setti met í fjør.
 
06.01.2026 - 10:50

SEV gjørdi yvir 500 gigawatttímar av streymi í fjør.

27. desember fór talið upp um 500 gigawatttímar.

Og so stórt hevur talið ongantíð verið fyrr.

Í 2024 var talið 480 gigawatttímar. Og tað var met tá. 

 

Óbroytt nýtslumynstur

Nýtslumynstrið á jólum í fjør var nøkulunda tað sama sum í 2024.

Størsti eftirspurningurin var seinnapartin jólaaftan.

Tá var nýtslan upp í 62 megawatt.

Hon var 50 megawatt jólaaftan í 2020, sigur SEV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542