Minni útgoldið í lønum í november enn í september

Minni útgoldið í lønum í november enn í september
Kortini hevur seinna hálvár roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár
Tænastuvinnan hevur størstu framgongd í ár
 
11.12.2013 - 11:48

Lønirnar í november vóru 600 milliónir krónur. Tað er nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar - serliga í september - vóru væl hægri. Seinna hálvár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, í september 627 milliónir.

Lønirnar niður aftur á 600 milliónir Lønirnar í november vóru 600 milliónir krónur. Tað er nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar - serliga í september - vóru væl hægri.

Seinna hálvár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, í september 627 milliónir.

Tænstuvinnan hevur størstu framgongd í ár

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, men tá ber til at samanbera við somu tíðarskeið undanfarin ár, sum tað er gjørt í talvuni niðanfyri.

Sum gongdin hevur verið higartil í ár, er lítil ivi um, at tað verða tænastuvinnurnar, sum fara at hava størstu framgongd í ár. Størsti vøksturin er í almennum tænastum, har tað higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir meira í lønum enn í fjør, ein vøkstur á 2,5%. Privatar tænastuvinnur hava havt ein vøkstur á 1,3% higartil í ár samanborið við í fjør.

Tilsamans eru í ár útgoldnar 89 milliónir meira enn somu mánaðar í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,4%.

Fakta um tølini

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Tú kanst síggja fleiri og nágreinilig tøl í Hagtalsgrunninum. 

Kelda: hagstova.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650