Messan verður tikin í nýtslu sunnudagin

Messan verður tikin í nýtslu sunnudagin
Nógvir møguleikar verða í nýggja sjóvinnusavninum og mentanarhúsinum í Vágum
Messan stendur við bátahylin í Sørvági
Mynd: Pól Skarðenni  
 
08.01.2026 - 10:40

Klokkan 16 sunnudagin verður alment hátíðarhald í Sørvági, tá ið Messan, ið er nýggja sjóvinnusavnið og mentanarhúsið í Vágum, kann takast í nýtslu.

Hetta er ein rættuliga sermerktur bygningur, eitt nú er tekjan á sjálvari samkomuhøllini skrokkurin á einum viðvendum útróðrarbáti. Hesin báturin hevur havt fleiri nøvn, har av tað seinasta, fyri hann varð upphøgdur, var Marna. Tá báturin varð keyptur til Føroya í 1973, nevndist hann Astrid II, og hoyrdi tá til á Tvøroyri. Tað er listamaðurin Poul Skarðenni, ið hevur teknað bygningin.

Verkætlanin byrjaði í 2018; 11. juni í fjør var reisigildi á havnalagnum í Sørvági; 12. juli 2025 var navnið avdúkað, og tað var ein einmælt nevnd, sum valdi uppskotið hjá unga miðvinginum, Ian Nolsøe Joensen -  Messan, til nýggja húsið.


Maritimur mentanardepil

Við modellum av skipum og bátum, myndum, teksti og tilfari, ið verður víst á skíggjum, er ætlanin at lýsa føroysku søguna á sjónum. Harumframt kunnu hølini nýtast til borðhald og framførslur. Tá talan er um borðhald, rúmast 160 fólk í Messuni, og 300 fólk, tá ið uppsetingin bara telur stólar.

Messan stendur við bátahylin í Sørvági.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Kára Thorsteinsson, ið er nevndarlimur og samskipari í Messuni, her.
 

1787039

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928