Tunghoyrt beinleiðis úr Studio 5

Tunghoyrt beinleiðis úr Studio 5
Nýggja føroyska rokkfyribrigdi Tunghoyrt gjørdi veruliga vart við seg á Sement í fjør. Á G! Festivalinum var støðan staðfest
Mynd: Bárður Lydersen  
 
09.01.2026 - 11:30

Hóast bólkurin er ungur, hevur hann longu spælt eina rúgvu av konsertum. Ikki minst hava teir verið við í nógvum húgvuveitslum.

Tað eru fyri tað mesta fólk, ið siga øðrum frá um okkum. Á tann hátt eru nógvar spælingar komnar í hús, siga teir.


Mynd: Bárður Lydersen
 

Tað er ein sannroynd, at Tunghoyrt hevur nógvar fjepparar. Á G! Festivalinum siga tey, at tað ongantíð hava verið so nógv fólk savnað hósdag klokkan 17, sum tá Tunghoyrt spældi. 

Tí kemur tað ikki óvart á nakran, at boð aftur eru eftir teimum í ár.

Ikki er óhugsandi, at teir fáa eina betri spælitíð hesa ferð.


Mynd: Bárður Lydersen
 

Limirnir í Tunghoyrt eru:

Bjarni Jakobsen, trummur, Erik Reynheim, bass, Helge M. Greve, gittar og Jóni Strøm, sang.

Eisini hava teir altíð sama ljóðmann við sær. Hann eitur Baldur Meitil.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Umframt at spæla live, arbeiðir bólkurin støðugt við nýggjum tilfari. Triðja staklagið kemur fyrsta dagin, og seinni í ár kemur fyrsta heildarútgávan á marknaðin.

Íblástrarkeldurnar eru ymiskar. - Í veruleikanum lurta vit ikki eftir tí sama, men okkurt kunnu vit kortini semjast um, ásanna limirnir.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Rage Against the Machine er ein bólkur, ið hevur ávirkað. Men eisini Jeff Buckley hoyrist og sæst aftur.

Teir trívast væl á palli, og teimum dámar at gera okkurt øðrvísi, sum fólk leggja til merkis. Á Sement á Reinsarínum í fjør byrjaði konsertin við, at sangarin kom úr leysum lofti niður á pallin.

Nakað seinni botnaði trummuspælarin eina øl, og gittaristunin skifti strong undir framførsluni - hetta síðsta var tó ikki avtalað frammanundan.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Tunghoyrt


Til ber at fylgja Tunghoyrt á sosialum miðlum her og her.  
 

1787257

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045