Góðan morgun Føroyar

Henning Larsen North Atlantic vann teknikappingina um skúlan á Glyvrum
12-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll

Tað vóru sera nógv fólk, ið nýttu høvið at støkka inn á gólvið á ráðhúsunum í Runavíkar kommunu seinrapartin farna fríggjadag, tá almenningurin kundi síggja ?nýggju? ráðhúsini, sum kommunan hevur keypt frá Føroya Banka. Og løtan var kryddað við røðum og tónleikaframførslum.

Harumframt var spenningurin stórur, tá tað klokkan 5 skuldi avdúkast, hvør ið hevði vunnið teknikappingina um Glyvra skúla.

Glyvra skúli, ið er ein sera vakur skúli, sum harumframt er eitt týðandi søguspor, varð teknaður av Niels Paula Hansen á Glyvrum.

Niels Pauli Hansen var útbúgvin byggifrøðingur, virkandi arkitektur, eins og hann sat í kommunu- ella sóknarstýrinum í nógv ár, har av fleiri ár sum formaður. Sethúsini hjá Niels Paula Hansen eru húsini, har ið fornminnisfelagið Fornið húsast í dag.
Í hesari nýggju verkætlanini, sum varð avdúkað fríggjadagin, skulu eitt nú skúlastovur, aula og hondbóltshøll byggjast afturat Glyvra skúla, eins og musikskúli skal gerast í fjósinum, sum Niels Pauli Hansen bygdi skamt frá skúlanum.

Fimm teknistovur vóru við í kappingini: BBl P Arkitekter, Henning Larsen North Atlantic, MAP Arkitektar, SNA, og ZETA Arkitektar.

Og fríggjadagin klokkan 17 stundisliga avdúkaði verkætlanarleiðarin, Sigrid Dalsgaard, vinnaran av arkitektakappingini, ið gjørdist teknistovan Henning Larsen North Atlantic.

Ósbjørn Jakobsen, arkitektur og stjóri á teknistovuni, sigur at tey hava lagt seg eftir at tekna ein skúla, sum tekur atlit at og virðir verandi Glyvra skúla eins og fjósið, sum verður musikskúli.

Harumframt hevur teknistovan eisini lagt seg eftir at teir nýggju bygningarnir ikki tykjast ov stórir, men eru tillagaðir verandi bygningar, landslag og grannalag.
Í hesari frásøgnini tosa vit við Ósbjørn Jakobsen frá Henning Larsen North Atlantic, og Sigrid Dalsgaard, verkætlanarleiðara.

Til ber at hoyra frásøgnina her!

 

1787658

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026
Veðrið, røða í Europatinginum, seyðahundakapping
17-03-2026
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026