Rættarnevndin og mentanarnevndin fáa eisini longda freist

Rættarnevndin og mentanarnevndin fáa eisini longda freist
Báðar nevndirnar hava fingið freist til 18. februar at skriva álit
Millum málini, sum rættarnevndin viðger, er uppskotið hjá landsstýrinum um at geva kommunum loyvi til at seta upp vakmyndatól.
 
13.01.2026 - 08:53

Ikki bara fíggarnevndin, men eisini rættarnevndin hevur biðið um longda freist at skriva álit um flestu málini, nevndin hevur.

Nevndin hevur nú fingið freist til 18. februar.

Nevndin sigur, at hon hevur ikki havt stundir at viðgera málini, sum hon fekk 9. og 10. desember.

Millum málini er uppskotið hjá landsstýrinum um at geva kommunum loyvi til at seta upp vakmyndatól.

Rættarnevndin hevur fund í dag. 

Og mentanarnevndin hevur biðið um longda freist til tey bæði málini, sum hon hevur.

Hon hevur eisini fingið freist til 18. februar. Annað málið er nýggja lógin um miðlastuðul.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303