Jens-Frederik Nielsen: Vit velja Danmark

Jens-Frederik Nielsen: Vit velja Danmark
Grønlendski landsstýrisformaðurin og danski forsætisráðharrin hava havt tíðindafund seinnapartin
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2026 - 15:30

- Grønland er ikki til sølu. Skulu vit velja millum USA og Danmark nú, so velja vit Danmark.

Tað segði formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, á tíðindafundi, sum hann og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, høvdu seinnapartin.

 

13012026_Jens-Frederik


- Tú kanst ikki keypa eitt annað fólk, segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Hon legði dent á, at tað eru altjóða reglur og lógir, sum eisini eru upp á spæl í stríðnum um Grønland.

 

13012026_Mette

 

Politiskir viðmerkjarar meta, at meiningin við hesum tíðindafundi var at vísa mótvegis USA, at Grønland og Danmark standa saman, og at londini bæði tosa við einari rødd.

Camilla Stampe, politiskur viðmerkjari, sigur, at tíðindafundurin í dag broytir einki í sambandi við fundin í USA í morgin.

- Um Vance heldur seg til atfinngarnr móti Danmark og kravið um at yvirtaka Grønland, so kann tað enda við, at spenningurin økist millum USA og Danmark - í staðin fyri tað øvuta, skrivar Camilla Stampe, politiskur viðmerkjari.

Sí videobrot frá tíðindafundinum hjá Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen her:

 

JENS_METTE


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327