Lars og Vivian til reiðar at fara á fund við Vance og Rubio

Lars og Vivian til reiðar at fara á fund við Vance og Rubio
Søguligi fundurin verður í Washington klokkan 15.30 okkara tíð
Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen avmyndað í Washington fyri fundin við J.D. Vance og Marco Rubio.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2026 - 14:23

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi, fara um ein tíma, klokkan 15.30,  á søguliga fundin við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, og Marco Rubio, uttanríkisráðharra. 

Upprunaliga skuldi fundurin vera í Hvítu húsunum, men hann er nú fluttur til Eisenhower Executive Office Building, sum liggur beint upp at Hvítu húsunum.

Sambært Lotte Mejlhede, korrespondenti hjá TV2 í USA, kann hetta tulkast sum, at tað ikki verður heilt so nógv trýst á til henda fundin, sum tað annars hevur verið róð framundir.

Donald Trump segði annars fyrr í morgun, at NATO eigur at tryggja, at USA fær Grønland. 

- Tað er avgerandi fyri Golden Dome, sum vit eru í holt við at byggja. NATO eigur at ganga fremst fyri at tryggja, at vit fáa Grønland. Gera vit tað ikki, fara Russland ella Kina at gera tað, og tað hendir ikki, segði Trump. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115