Jens-Frederik Nielsen: Samrøður og diplomati eru rætta leiðin

Jens-Frederik Nielsen: Samrøður og diplomati eru rætta leiðin
Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur gjørt viðmerkingar til fundin í gjár, og hann tekur uppaftur, at Grønland er ikki til sølu, og USA skal ikki eiga Grønland
Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.01.2026 - 15:42

Formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, hevur gjørt viðmerkingar til søguliga fundin í Washington í gjár millum USA, Danmark og Grønland. 

Hann skrivar á Facebook, at fundurin var í einum "álvarsomum, men konstruktivum tóna," sum hann tekur til, og "semja er um at seta eina arbeiðsbólk," skrivar hann.

Á fundinum var semja um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal arbeiða víðari við ósemjunum millum partarnar. Og hetta sigur Jens-Frederik Nielsen vera eit "týdningarmikið stig."

- Samrøður og diplomati eru rætta leiðin, eisini tá áhugamálini eru stór, og partarnir eru undir trýsti, skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin. 

Hann tekur uppaftur, at Grønland er ikki til sølu, USA skal ikki eiga Grønland, USA skal ikki stýra Grønlandi, og Grønland vil ikki vera partur av USA.

 

Les uppslagið hjá Jens-Frederik Nielsen, sum bæði er á grønlendskum og donskum, her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026