Eingin hermegi ávegis til Føroya

Eingin hermegi ávegis til Føroya
Hóast, at hermenn frá Nato-londum eru í Grønlandi ella ávegis, so er eingin á veg til Føroya, heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.01.2026 - 19:00

Men tað fer helst at halda fram, sum vit hava sæð seinastu árini, at føroyskt øki verður brúkt til at skifta manningar á herskipum, og at føroyskt sjóøki verður brúkt til venjingar.

Sirið Stenberg ivast ikki í, at føroyskir myndugleikar høvdu vitað tað, um ætlanir vóru at senda hermegi til Føroya. Føroyskir myndugleikar hava eitt gott samskifti við danskar á økinum. Og tað, sum hendur rundan um Føroyar verður gjørt í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Og tað er blivið tættari, tí virksemið er so nógv økt, sigur landsstýriskvinnan.

Venjingar við Føroyar
Frá føroyskari síðu er stórur dentur lagdur á, at tá ið venjingar eru farnar fram við Føroyar, so hevur tað eisini skulað havt týdning fyri føroysku sivilu tilbúgvingina, og at føroyingar hava kunnað verið partur av venjingunum. Soleiðis, at tað mennir trygdarpartin og ta sivilu tilbúgvingina. Tí fer tað fram í samráð við føroyskar myndugleikar.

Mugu brúka orku upp á verju og trygd
Soleiðis, sum støðan er í heiminum í dag hevur tað verið neyðugt at brúka orku upp á verju og trygd, heldur Sirið Stenberg. Mann sær, at broytingar henda skjótt, og mann sær, at ting forskjóta seg í heiminum.

Mann verður noyddur frameftir at leggja meiri í hetta arbeiðið, tí tað hevur so stóran týdning, sigur landsstýriskvinnan.

Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum niðanfyri:

1788949

 

Verju- og trygdarpolitikkurin, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sipar til, kann síggast her á heimasíðuni hjá Løgtinginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985