Tokvanlukka í Spania kravt 39 mannalív

Tokvanlukka í Spania kravt 39 mannalív
Tvey snartok stoyttu saman í gjárkvøldið
Tokvanlukkan í Spania í gjárkvøldið hevur kravt 39 mannalív, og 73 fólk hava fingið skaða.
Mynd: Susana Vera/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.01.2026 - 08:55

Talið á deyðum eftir tokvanlukkuna í Spania í gjárkvøldið er nú komið upp á 39 fólk. Boðað verður eisini frá, at 73 fólk hava fingið skaða.

Tað skriva fleiri miðlar, millum annað El Pais.  

Fyrr í morgun var sagt, at í minsta lagi 21 fólk doyðu, tá ið tvey tok í Spania rendu saman. Talan var um tvey snartok, sum stoyttu saman.

Hetta hendi sunnalaga í Spania. Annað tokið var á veg frá Málaga til Madrid, og hitt var á veg frá Madrid til Huelva. 300 fólk vóru í øðrum tokinum og fleiri enn hundrað í hinum.

Nógv fólk hava eisini fingið skaða, og Óscar Puente, spanski samferðslumálaráðharrin sigur, at talið á deyðum kann hækka.

Kannað verður nú, hví tokini rendu saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804