Eldsálin 2025: Jórun og Jórun umboða sálina í KÍ

Eldsálin 2025: Jórun og Jórun umboða sálina í KÍ
Jórun F. Jacobsen og Jórun Biskupstø gera alt fyri at tey, sum kappast á vøllinum, skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt. Tí eru tær í uppskoti til eldsálina 2025 hjá ÍSF
Jórun Biskupstø og Jórun Frimannsdóttir Jacobsen umboða sálina í KÍ
20.01.2026 - 14:30

Jórun og Jórun. 

Sigur tú tað, vita øll í Klaksvík, hvønn tú meinar við. 

Í 30 ár hava tær báðar Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø brúkt stóran part av síni frítíð í KÍ-høllini, har tær gera alt, tær kunnu, fyri at tey, sum kappast á vøllinum, skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt. Nú eru tær í uppskoti til heiðurin sum ítróttaeldsálirnar 2025 hjá ÍSF, sum verður latin á ítróttafagnaðinum í Varpinum í Klaksvík 7. februar.

 - Man heldur, at tað er stuttligt. Eitt sindur flovisligt, men gott, sigur Jórun Biskopstø.

 - Eg kenni tað sum eina æru, at vit skulu vera innstillaðar, til ein stóran heiður. Tað kom sum eitt yvirraskilsi, leggur Jórun F. Jacobsen afturat.

Tað kemur neyvan óvart á onnur, tí tær báðar taka sær av venjingarklæðum og dystarklæðir hjá monnum og kvinnum, sum skulu vaskast, turkast, leggjast saman og leggjast upp á pláss mestsum hvønn dag. Afturat hesum baka tær kaku og gera kaffi til heimadystirnar hjá besta manslandsliðnum, sum millum annað frásøgufólk, dómarar, vaktarfólk og innkrevjarar fáa ágóðan av.

Yvirhøvur ber til at siga, at tær umboða sálina í KÍ. 

Sí hvat Páll Klettskarð, Hallur Hansson, Tummas Lervig og Rúna Nón Bjartalíð siga um tær báðar í innslagnum omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655