Mest: Stór uppgáva at skifta verksmiðjuna á Norðborg

Mest: Stór uppgáva at skifta verksmiðjuna á Norðborg
Skipið skal eisini yvirdekkast frá brúnni og fram á bakkan, samstundis sum verksmiðjan verður skift
Mouritz Mohr er stjóri á Mest.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2026 - 11:07

- Hetta er stór uppgáva.

Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, sum hevur fingið arbeiðið at skifta verksmiðjuna á uppsjóvarskipinum Norðborg.

Norðborg fer at liggja við Vestaru bryggju í Havn í umleið seks mánaðar, meðan arbeiðið verður gjørt.

 

 

Norðborg skal eisini yvirdekkast frá brúnni og fram á bakkan, samstundis sum verksmiðjan verður skift. 

Tað arbeiði er longu byrjað, hóast skipið enn er til fiskiskap. 

Mest vann kappingina við útlendskar skipasmiðjur um arbeiðið, og tað hevur stóran týdning fáa slík arbeiði gjørd í Føroyum, sigur Mouritz Mohr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26012026_Mouritz_Mohr

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037