Allar kommunur í eitt felag

Allar kommunur í eitt felag
Í morgin fara Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya í søguna
Tilgongdin at skipa kommunurnar í eitt felag hevur verið eina tíð
 
12.12.2013 - 15:52

Gongur alt sum ætlað, verða tey bæði kommunufeløgini, Føroya Kommunufelag, og Kommunusamskipan Føroya, tikin av í morgin, og síðan fara umboð fyri tær 30 kommunurnar at halda stovnandi aðalfund í einum nýggjum kommunufelag.

Tilgongdin at skipa kommunurnar í eitt felag hevur verið eina tíð. Hoyringarfreistin var 1. november, og útvarpið skilir, at at kalla full semja er um at skipa kommunurnar í eitt felag.

Viðtøkurnar eru skrivaðar, og alt skuldi verið greitt til stovnandi aðalfundin, sum verður á Hotel Hafnia í morgin klokkan 11.

Nýggja kommunufelagið fær høvuðssæti í bygninginum hjá kommunusamskipanini við R. C. Effersøesgøtu í Havn, har tey 12-13 starvsfólkini verða savnað við núverandi KSF-aðalskrivara, Eyðuni Christiansen, sum stjóra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327