- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik væntar 150-200 mió. kr. í vinningi í ár

BankNordik hevði 12 milliónir krónur í í vinningi fyri skatt fyrra hálvár.

Raksturin hjá BankNordik gav 131 mió. kr. í vinningi fyri niðurskrivingar fyrra hálvár 2012.

Eftir niðurskrivingar ella tap er úrslitið 66 milliónir í ár. Síðani koma aðrar útreiðslur, sum sambært bankanum ikki eru afturvendandi, millum annað av Amagerbankanum. Fyri skatt er úrslitið tí 12 milliónir.

BankNordik heldur tó fast um, at vinningurin í ár verður 150 til 200 mió. kr. Hóast stóru rentulækkingina gjørdust rakstrarinntøkurnar í øðrum ársfjórðingi 221 mió. kr.

Niðurskrivingar á útlánum vóru 29 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi og 65 milliónir í hálvárinum.

Framvegis trýst á rentuinntøkurnar

Í triðja ársfjórðingi, sum nú er byrjaður, ber til at staðfesta eitt framhaldandi trýst á rentuinntøkurnar grundað á lágu rentuna. Hin vegin hála framdar og lýstar rentubroytingar umframt spardar rentuútreiðslur í sambandi við afturkeypt ábyrgdarlán, sigur BankNordik. Samstundis tykist niðurgongdin í útlánum fyrra hálvár at vera steðgað, so bankin nú væntar, at útlán bankans vera á sama stigi við ársenda sum nú.

Viðvíkjandi niðurskrivingum sigur BankNordik, at Fíggjareftirlitið hevur ásett nýggjar reglur, sum siga, at fastogn skal virðismetast til tað virði, sum tær kunnu seljast fyri innan hálvt ár eftir hálvárslok.

BankNordik fíggjar bara í avmarkaðan mun størri fastognir, men bankin hevur lagað virðismetingina av tveimum fastognum eftir nýggju reglunum. Hetta krevur eyka niðurskrivingar fyri 25 mió. kr., 8 mió. kr. eru knýttar at bankans egnu fastognaríløgum, og tær verða bókaðar sum tap undir virðisjavna.