Fíggjarnevndin tekur undir við at byggja sambýli á Argjum

Fíggjarnevndin tekur undir við at byggja sambýli á Argjum
24 pláss vera í nýggja heiminum, og samstundis er ætlanin er at niðurleggja tríggjar smáar stovnar, har tilsamans 13 fólk búgva
Sambýlið við Rygsá á Argjum verður mett at kosta 115 milliónir kr.
 
28.01.2026 - 09:48

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at játta í mesta lagi 115 milliónir krónur til at byggja eitt sambýli til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum.

Eirikur í Jákupsstovu, sum tá var landsstýrismaður í almannamálum, legði uppskotið fram.

24 pláss vera í nýggja heiminum. Ætlanin er at niðurleggja tríggjar smáar stovnar, har tilsamans 13 fólk búgva. 

Hini 11 plássini fáa fólk, sum standa á bíðilista.

Onnur viðgerð av málinum verður í morgin.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762