Heilsunevndin í Klaksvíkar býráð skal takast av

Heilsunevndin í Klaksvíkar býráð skal takast av
Nevndin skal flytast undir mentanarnevndina, og samstundis verða fundarsamsýningarnar hjá heilsunevndini strikaðar
Skal heilsunevndin í Klaksvíkar býráð takast, er neyðugt at broyta kommunustýrisskipanina fyrst.
 
29.01.2026 - 08:07

Heilsunevndin hjá Klaksvíkar kommunu skal takast av. Hon skal flytast til mentanarnevndina.

Tað hevur forkvinnan í heilsunevndini vegna meirilutan í býráðnum biðið um.

Men neyðugt er at broyta kommunustýrisskipanina hjá Klaksvíkar kommunu fyrst.

Málið var fyrru ferð viðgjørt á býráðsfundi 18. desember í fjør. Tað verður seinni ferð viðgjørt í dag.

 

Fundarsamsýningar detta burtur

Verður heilsunevndin niðurløgd, detta fundarsamsýningarnar sjálvandi burtur.

Tær eru 29.500 kr. um árið.

Tríggir býráðslimir eru í heilsunevndini.

Játtanin, 300.000 kr., til tiltøkini Virkið vár og Virkið heyst verður flutt til mentanarnevndina at umsita.

Samsýningin til skattakærunevndarformannin, 24.000 kr., verður strikað, tí kommunalu skattakærunevndirnar eru tiknar av.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527