Ætla at niðurleggja skúlan í Norðradali

Ætla at niðurleggja skúlan í Norðradali
Málið kemur fyri á býráðsfundi í Havn í kvøld
Eingin skúlagongd hevur verið í Norðradali síðani tíðliga í nítiárunum, og tá skúlabørn hava verið í bygdini, hava tey gingið í skúla í Havn.
Mynd: Wikipedia  
 
29.01.2026 - 10:17

Tórshavnar býráð fer í kvøld taka støðu til, um skúlin í Norðradali skal niðurleggjast.

Í málslýsingini staðfestir kommunan, at eingin skúlagongd hevur verið í skúlanum í Norðadali í nógv ár, og í løtuni røkist einki fyri, at nakað skúlabarn kemur aftur í skúlan, tí eingi børn undir skúlaaldur eru í Norðradali.

Men formliga er skúlin ikki niðurlagdur.

Og tað eigur at vera gjørt nú, halda trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin í Tórshavnar Kommunu, sum tí mæla býráðspolitikarunum til at niðurleggja skúlan.

Trivnaðarnevndin hevur longu samtykt at fylgja tilmælinum, og í kvøld skal býráðið taka støðu.

Fólkaskúlalógin ásetir, at avgerðin hjá einum kommunustýri at niðurleggja ein skúla kann leggjast til fólkaatkvøðu. Til tað krevst, at 30 prosent av fólkinum í skúladøminum, sum hava valrætt til kommunustýrið, vilja tað.

Eingin skúlagongd hevur verið í Norðradali síðani tíðliga í nítiárunum, og tá skúlabørn hava verið í bygdini, hava tey gingið í skúla í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659