Spurningar & Svar: Bjarki

bannari
Spurningar & Svar: Bjarki
Tað er umráðandi fyri Bjarka, at fólki dámar hansara framførslur og tulkingar í Hoydølum. Men harðasti ummælari av Bjarka er Bjarki sjálvur, heldur hann
Bjarki hevur higartil bergtikið báðar tær fyrstu stjørnurnar, ið hava peikað á hansara framførslu sum hana, ið gjørdi størst inntrykk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2026 - 19:00

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydølum?

»Tí eg helt, at tað ljóðaði spennandi, og eg helt, at eg mátti siga ja, tá eg fekk ein so góðan møguleika.« 

 

Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?

»At koma at kenna nýggj fólk, og at vera í sjónvarpinum hjá KVF og í Leitisstein-sendingini.«

 

HOYR EISINI: Spírarnir úr Hoydølum í LEITISSTEIN

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?

»Ja, reaktiónin hjá Martini Joensen, og tá ið hann valdi meg, tí at eg gjørdi størst inntrykk.«


Stjørnan Martin Joensen var sera hugtikin av framførsluni hjá Bjarka av "Spor í sandi" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka?

»At venja tekstir og sangir. Og so tað mentala, tí tað var eisini strævið, men samstundis var tað stuttligt.«

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung? 

»Ja, tá eg var forkølaður, og nervarnir og alt tað, ið fylgdi við.«

 

LES EISINI: Spurningar & Svar: Anna Lovisa


Bjarki tømir lunguni. Yngskti spírin hevur vunnið nógv hjørtu við sínum framførslum í Hoydølum, ikki minst hjørtuni hjá stjørnunum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvussu er at síggja seg sjálvan á skíggjanum?

»Løgið. Eg ummæli meg sjálvan hart, so tað er eisini nakað, ið eg skal venja meg við.«

 

Hvør sangur hevur rørt teg mest?

»Sikkurt "Ró" hjá Martini Joensen, sum Jóhanna tulkaði og sang.«

 

Hvørja framførslu vart tú mest nervøsur um frammanundan? Og hví?

»Framførsluna í annaðkvøld. Stjørnan er stór, og vit útsettu sangin dagin fyri, so alt var sera stressað.«


Bjarki framførir "Spor í sandi" eftir Martin Joensen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvat vónar tú at fáa burtur úr luttøkuni? 

»At fólk halda gott um meg, og at tey dáma mínar framførslur og tulkingar.«

 

Vilt tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydølum, um tað verður ein sesong 2?

»Ja! Absolut. Tað var so mega stuttligt at vera við!«

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756